top of page

ÚTHURÐAR

Vind selur dygdar plasthurðar til ein góðan prís.


• Hurðarnar verða serframleiddar til tín eftir tínum tørvi. Hetta merkir, at tú kann fáa júst tær hurðar, sum passa best til tíni hús.


• Hurðarnar frá Vind eru gjørdar úr orkusparandi tilfari og hava allar innbygda styrking.


• Plastprofilarnir eru 4 mm tjúkkir og hava fýra kømur við RCM styrkingarrammu, sum er sterkari og munandi meiri orkusparandi enn galvaniseraðu stálrammurnar.



• Hurðarnar frá Vind hava 4-punkts lásaskipan, umframt tveir innbygdar krókar.



• Vindeygu og hurðar frá Vind hava dupultan pakning. T.v.s. tveir gummi pakningar, har ramman kemur aftrat karminum. Hetta merkir, at um vindur ella regn skal sleppa inn, ella hiti skal sleppa út, mugu hesi klára at sleppa ígjøgnum tveir pakningar.



• Rútarnir í vindeygunum frá Vind eru superlágorku rútar við argon gassi og metalfilmi, sum bæði virka fyri at økja um bjálvingina. Harafturat er gloppi millum gløsini úr plasti, sum økir enn meiri um bjálvingina. U-virðið á rútunum er 1,2 (eftir nýggja mátiháttinum).



• Øll lás og hongsl í úthurðunum frá Vind eru úr rustfríum stáli. Í Føroyum er meira vanligt at nýta galvaniserað stál, men av tí at galvaniserað stál kann rusta og terast við tíðini, hava vit valt bara at nýta rustfrítt stál.

• Hurðarnar frá Vind hava 4-punkts lásaskipan, umframt tveir innbygdar krókar. Henda lásaskipan tettir sera væl og tryggjar ímóti innbroti.

PROFILE22 (enskar hurðar)

*Brævlúka er ikki standard, men kann bíleggjast.

Fyllingshurðar

Úthurðar

Vit bíða eftir tær. Skriva til okkara, greið frá hvat tær tørvar, og vit geva tær eitt ókeypis og óbindandi tilboð. Tú ert eisini vælkomin at ringja til okkara á +298 596100. So leiðbeina vit teg um, hvat er best til tín tørv.

 

Send fyrispurning

®SP/F VIND 2014       -       VIÐ LØKIN 4       -       620 RUNAVÍK       -       FØROYAR       -       CVR: 568163       -       VIND@VIND.FO       -       TLF. 45 61 00  

Heimasíðan er forritað og sniðgivin av ©EGAARD.com

bottom of page